Tað er eitt stórt stig at taka at fara undir útflutning. Møguleikarnir fyri vinningi eru risastórir, men tað eru vansar og vandar á leiðini. Her verður hugt nærri at, hvussu tú ger teg til reiðar til útflutning.
Har menniskju hittast, hittast mentunarligir munir. Tað er av stórum týdningi, at tú ger tær greitt hvør rætti atburðurin er í hvørjum landi sær, og hvør rætti atburðurin er í samskiftinum.
Tá ið avgerðin er tikin um útflutning er neyðugt at fara, har bestu møguleikarnar fyri avkasti finnast. Og so skal marknaðarføringin málrættast valda marknaði ella valdu marknaðum.
Alnetið er nú eitt krav í heimskappingini. Men tað er neyðugt, at tú velur tað røttu alnetsloysnina til tína fyritøku, soleiðis at sum mest fæst burturúr eisini á alnetinum.