a
a
Viðsjón & miðsjón Printa

Víðsjón, miðsjón, mál og virðir fyri SamVit

“Your mission is what you do best every day, and your vision is what the future looks like because you do that mission so exceedingly well.” - Rosa Say

 

 

Víðsjón fyri stovnin SamVit

Ein víðsjón skal siga nakað um,  hvat vit vilja náa fram til. Ein víðsjón er sostatt við øðrum orðum eitt stavnhald. Stavnhaldið hjá stovninum er soljóðandi:

 

“SamVit er mest týðandi almenni samstarvsfelagi hjá føroysku vinnuni á leiðini fram móti einum altjóðagjørdum kappingarførum Føroyum.”
 

Hesa orðing náddu vit fram til, eftir at vit fyrst formuleraðu fylgjandi ynski, sum ávikavist fokusera á Føroyar og á SamVit sum stovn.

 

Hvat ynskja vit at náa? – Jú, vit ynskja:

  • At Føroyar sum heild ger seg galdandi í alheims høpi.
  • At føroyskt vinnulív er styrkt, meira fjøltáttað og dagført við serligum denti á nýskapan og burðardygd.
  • At Føroyar er eitt attraktivt kappingarført stað at búgva og arbeiða – eisini fyri fólk við hægri útbúgvingum og fyri kvinnur, so vit fáa vøkstur í Føroyum.
  • At SamVit er tann miðdepil og tann máttarmiðstøð fyri føroyskt vinnulív, sum vinnan fyrst og fremst vendir sær til fyri at samstarva og sparra um menning og marknaðarføring.

 

Hetta var tó ov langt at brúka sum orðing av einari víðsjón, so tí orðaðu vit ta styttu versiónina, sum nevnd omanfyri.
 

Miðsjón yvirlýsing

Miðsjónin fortelur, hvussu vit náa máli okkara. Okkara miðsjón er at:
 

Ráðgeva, kunna, marknaðarføra, stovna netverk og seta í gongd á best møguliga hátt vinnumennandi átøk og verkætlanir, sum stimbra og stuðla vinnu, sum vil náa altjóða kappingarføri.
 

Hetta er yvirskipaða uppgávan, men tað er neyðugt eisini at orða, hvørji øki, vit vilja arbeiða við. Hesi øki eru: 

  • Vinnumenning (netverkan, skeið, sølu- og ráðstevnur, ráðgeving o.a.)
  • Íverksetan (íverksetaraátøk so sum umsiting av íverksetarastuðli, íverksetaraportalur og samskipan av íverksetararáðgeving)
  • Marknaðarføring av føroyskum vørum og Føroyar sum ferðafólkaland
  • Marknaðarføring av Føroyum sum íløguland
  • Samskipa mannagongdir í almennu skipanini fyri vinnuna


Virðir, ið eyðkenna SamVit
Hvørji eru tey virði hjá okkum, sum vit vilja, skulu eyðkenna okkara stovn og arbeiði okkara? Vit hava valt at formulera tey soleiðis:

  • Vit vilja gera mun, har vit eru við
  • Vit vilja, at frágerðargóðska (excellence) skal eyðkenna alt, vit gera
  • Vit vilja best møguligt samskifti – innanhýsis og við samstarvspartar og almenning
  • Vit vilja stimbra best møguliga gagnnýtslu av tilfeingi og burðardygd – vinnuliga, mentanarliga og umhvørvisliga
  • Vit vilja vera nýskapandi og víðsjónsk

 

Haraftrat er her eitt hugvekjandi sitat, sum sigur okkurt um tann hugburðin, vit á SamViti ynskja at stimbra:


„Tá tú droymir einsamallur, verður dreymurin sannlíkt bert verandi ein dreymur. Tá tú droymir saman við øðrum, kann dreymurin sannlíkt gerast veruleiki." - Benja Stig Fagerland


Bakgrund

SamVit hevur – sambært Vinnupolitikkinum og sambært uppritinum, sum varð gjørt í sambandi við samanleggingina av Menningarstovuni og Ferðaráð Føroya – stutt sagt til uppgávu:

 

at menna og marknaðarføra føroyskt vinnulív, so tað gerst kappingarført á altjóða marknaðinum.


Vit hava eitt føroyskt vinnulív, sum er í ferð við at umstilla seg til altjóðagerðina. Altjóðagerðin er her á nøkrum økjum og kemur fyrr ella seinni út í krókarnar eisini. Nakrar fyritøkur hava longu ein altjóða hugburð, meðan aðrar royna sítt besta. Nógvar fyritøkur eru ikki altjóðafyrireikaðar og hava kanska heldur ikki tørv á tí.


Um føroyskar fyritøkur ætla sær út í heim at bjóða sínar vørur og tænastur, noyðast tær at fyrireika seg væl til kappingina á altjóða marknaðinum. Tá Føroyar verða latnar upp – við t.d. at fáa tey fýra frælsini frá ES – so krevst eisini ein altjóðagerð av fyritøkum, sum bara virka á heimamarknaðinum.


Tað er ikki nøkur ávís vinna, vit tosa um, men heldur allar vinnur, sum vilja altjóðagerð – eisini ferðavinnan. Av royndum er talan um fiskivinnu, veitarar til fiski- og oljuvinnuna, KT vinnan og nú kreativar vinnur. Kreativu vinnurnar eru aftur greinaðar í t.d. tónleik, film, sniðgeving og handverk annars.


Víðsjón og miðsjón SamVits mugu avspegla hesar grundarleggjandi ætlanir við SamViti sum stovni.

 
Føroyskt   English

 

 

 

 

 

uttanrikisradi.jpg

Bryggjubakki 12
P.O.Box 118
110 Tórshavn
Tel. +298 30 69 00
Fax. +298 30 69 01
This e-mail address is being protected from spam bots, you need JavaScript enabled to view it