SamVit brennur fyri ferðavinnuni. Nú eisini við førleikanum og viljanum at menna føroysku ferðavinnuna enn meira á jøvnum føti við aðrar vinnur í Føroyum.
Føroyska vinnulívið spjaðir seg. Veitanir til fiskivinnuna, til oljuvinnuna og KT vinnana leitar út í heim. Fleiri súlur undir búskapinum og undir okkum, ið her búgva.
Fiskivinnan er raðfest høgt, bæði tá ið tað snýr seg um at troyta nýggjar møguleikar fyri fiskivinnuna, men fiskivinnan kann eisini hjálpa øðrum vinnum fram á leið.
Tað er neyðugt at stimbra og eggja teimum, sum duga at hugsa nýggjar tankar og at fara aðrar leiðir. SamVit leggur áherðslu á at menna íverksetanina í Føroyum.
Føroyingar eru skapandi fólk og nú fáa vit afturljóð uttan úr heimi. Føroyski tónleikurin brýtur mørk, filmsvinnan birtist og føroysku sniðgevarnir lata heimin í.